Lava og Hørður Askham ikki við í kvøld

(Ljóðsamrøður frá Rás2) Tróndur Arge fekk orðið á Andrias Lava Olsen (Víkingur) og Hørð Askham (KÍ) áðrenn stórsteypadystin

Álopsessið hjá Víkingi, Andrias Lava Olsen og verjuskansin hjá KÍ, Hørður Askham verða ikki við í stórsteypadystinum, tí skaðar gera seg galdandi í báðum førum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Andrias Lava Olsen og Hørð Askham áðrenn Dagfinn Forná bríkslaði stórsteypadystin í gongd.

 

Hørður Askham væntar ikki ein drúgvan skaðasteðg, og Andrias Lava Olsen tekur til, at tað er rættuliga týpiskt, at hann er skaddur við kappingarbyrjan.