Lava: - Hetta var ikki nóg gott

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Andrias Lava Olsen iðrar seg um, at Víkingur bara slær til í seinna hálvleiki

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Andrias Lava Olsen, framherja hjá Víkingi aftaná 1-1 javnleikin millum HB og Víking í Gundadali í Havn í dag. 

 

- Vit ætlaðu okkum trý stig, men fingu bara eitt stig, so tað er ikki nóg gott, staðfesti Andrias Lava Olsen aftaná dystin.

 

Andrias Lava Olsen ergrar seg um, at hann og liðfelagarnir bara sláa til í seinna hálvleiki, sum dystargongdirnar higartil hava víst. Fýra stig aftaná tvey umfør er tó á einari leið, og vísir leirvíkingurin á, at enn er nógvir dystir eftir at leika. Hann fegnast kortini um, at Víkingur hevur fingið eina betri byrjan enn tvey tey undanfarnu árini.