Andreas Lava Olsen spældi í góðar 70 minuttir, tá BK Frem um vikuskifti tryggjaði sær uppflyting í Danmarksseriuna. Hetta gjørdu teir við at vinna 5-0 á Amager FF leygardagin. Leirvíkingurin í BK Frem hevur skotið fleiri mál seinastu dystirnar, men hann taldist ikki millum málskjúttarnar hesaferð. Enn resta fýra umfør at spæla, men søguríka felagið, sum var tvangsniðurflutt úr næstbestu donsku fótbóltsdeildini eftir fíggjarligt óskil, tykist at vera á rættari kós nú.
Eisini í 2. divsión Vest, har Johan Troest Davidsen og Krzysztof Popczynski stríðast fyri Aarhus Fremad, sær tað spennandi út. Landsliðsleikarin og pólski venjarin fingu trý stig um vikuskiftið, tá teir bastu Næsby. Samstundis spældi oddaliðið Blokhus javnt. Sostatt hálaði Aarhus Fremad inn á Blokhus og eru bara trý stig millum liðini, nú tað resta trý umfør av landskappingini. Hetta vera trý spennandi umfør, har Aarhus Fremad á pappírinum hevur nakrar lættari uppgávur enn Blokhus.