TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við trífalda málskjúttan hjá Vìkingi, Andrias Lava Olsen, aftaná 4-2 sigurin hjá Víkingi ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í dag.
Lava leggur ikki upp til nakra vakurleikakapping, tá hann skorar, men velur heldur at buldra bóltin í málið. Lava fegnast um, at Víkingur hevur fingið samband við oddaliðini aftur, og nú ræður um at gera, sum gamli NSÍ-arin segði: - Og taka ein dyst í senn.