Verjuleikarin var skuffaður av ikki at vera á vøllinum, og nú heldur hann, at tíðin er komin til at gera broytingar á liðnum. – Eg var sera skuffaður ikki at koma á vøllin ímóti svium, og eg verið enn meira skuffaður, um eg ikki sleppi á vøllin ímóti Letlandi. Eg føli meg vera góðan nokk til at vera á hesum liðnum, og tí er tað sjálvandi ætlanin at vera á vøllinum í Tallinn mikudagin, sigur Laursen.










