Laursen var bestur

Martin Laursen varð leygarkvøldið kosin sum ársins danski fótbóltsspælari í 2008. Hetta tá DR skipaði fyri stórum ítróttargalla. – Hetta er heilt fantastiskt. Ikki minst, tá eg hugsi um, hvussu stórar trupulleikar eg havi havt við knænum, segði Martin Laursen. Samstundis nýtti hann høvið at takka skurðlæknanum, Richard Stedman, sum opereraði knæið á verjuspælaranum fyri hálvum triðja ári síðani. Tað eru limirnir í danska spælarafelagnum, sum greiða atkvøðu, og vann Martin Laursen framman fyri Nicklas Bendtner, Daniel Jensen, Christian Poulsen og Jonas Borring.