- Fyrst av øllum, so vil eg bara siga eitt stórt orsaka við tey sum eg havi fornerma í samrøðuni, ið var prenta herfyri, sigur Laura Robson.
Tað var í eini samrøðu við blaðið Vouge, at Laura Robson segði, at hinir kvinnuligu tennisleikararnir vóru nakrar teysir, sum fóru við hvørjum manni. Eisini segði hon, at tær drukku og royktu illa.
- Eg havi nógv at læra bæði á og uttanfyri vøllin. Eg má sanniliga eisini ansa mær, tá eg geri býttar viðmerkingar, ið kunnu misskiljast, sigur Laura Robson.
Laura Robson er stóra vónin hjá Onglandi í tennis. Hon vann ungdómskappingina hjá Wimbledon í 2008.
- Laura gjørdi tað rætta við at koma við eini umbering. Hon er 16-ára gomul og hetta var hennara fyrsta samrøða við eitt stórt blað. Tað er aldin lætt hjá einari 16-ára gamlari gentu at svara spurningum um henna lív og viðleikarar, sigur ein talsmaður fyri WTA, sum tennissambandið fyri kvinnur.