Sjónleikarakvinnan Laura Joensen varð í kvøld heiðrað við stórfingnu Heiðursgávu Landsins 2009 Á samkomu í Listaskálanum fyri løtu síðani handaði Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, sjónleikarakvinnuni Lauru Joensen Heiðursgávu Landsins við hesi grundgeving:
Laura hevur verið og er eitt av undangongufólkunum innan føroyskan sjónleik.
- Sum sjónleikari og leikstjóri er Laura hvørki komin til búgvið borð ella skorin klæðir. Hon hevur, síðan hon var 14 ára gomul, treiskast í hesum leiklutinum, annaðhvørt á palli, handan leiktjøldini ella í øðrum leiklutum, sum hava havt við leiklistina at gera.
- Í eitt mannaminni hevur hon verið álitið og útinnandi megin í sjónleikalívinum um alt Føroya land, á bygd og í bý, í áhugaleiki og yrkisleiki, í barnaleiki og vaksnamannaleiki. Hennara leiklutur hevur heldur ikki ligið eftir, tá ið tað hevur snúð seg um at fingið leiklistarligt tilfar fram í útvarpi og í sjónvarpi. Hon hevur verið ein av hornasteinunum í leikbólkinum Grímu, Leikpalli Føroya og nú á Tjóðpalli Føroya.
Fyri hetta ófatiliga, ósjálvsøkna stríðið fær Laura Joensen, sum eina tøkk, handaða Heiðursgávu Landsins 2009.









