Laugarvegurin og Kringlan

Um tú ætlar tær at keypa í Reykjavík, so hevur býurin fleiri møguleikar. Laugarvegurin, sum er høvuðsgøtan í býnum, er fullur av góðum og spennandi handlum. Stóra handilssentrið, Kringlan, er eisini eitt spennandi stað fyri tey, sum dáma at keypa

Reykjavík er ein avbera spennandi og ikki minst vakur býur. Íslendski høvuðsstaðurin hevur at kalla alt, sum ein ferðandi til býin hevur tørv á. Har eru nógvar stórar, vakrar kirkjur, nógv søvn, bæði listarlig, søgulig og mentunarlig, góðar matstovur og gistingarmøguleikarnir eru av teimum bestu í Reykjavík. Harafturat kanst tú gera útferðir frá Reykjavík til fleiri av kendastu støðunum í Íslandi so sum Bláa Lón.

Føroyingar fara ofta hesar sokallaðu “shopping”-túrarnar út í heim. Her verður ofta farið til Keypmannahavnar ella London, men til tíðir velja føroyingar at fara longur suður eftir. Ein triði møguleiki er tó at fara til Reykjavíkar.

Reykjavík hevur eina stóra høvuðsgøtu, Laugarvegurin, sum er full av góðum og spennandi handlum. Her eru bæði bíligir handlar, og handlar fyri tey, ið hava hug at keypa dýraru merkivørurnar. Reykjavík hevur harafturat stóra handilssentrið, Kringluna, sum eisini hevur nógvar góðar handlar.


Alskyns møguleikar á Laugarvegnum

Sum sagt, so er Laugarvegurin høvuðsgøtan í Reykjavík. Gøtan liggur mitt í býnum, og tað er ógvuliga hugnaligt at ganga ein túr eftir Laugarvegnum, meðan man hyggur í handilsvindeygu.

Ísland er eitt land, sum gongur høgt uppí mótan, og hetta sært tú eisini, tá tú gongur ein túr eftir Laugarvegnum. Har eru fleiri mótahandlar, bæði til konufólk og mannfólk. Her fáast eisini klæði til bæði ung og eldri, so møguleikarnir eru fleiri. Harafturat eru eisini alskyns handlar innan øll øki á gongugøtuni, og tú keðir teg heilt víst ikki í miðbýnum í Reykjavík.

Laugarvegurin hevur tó ikki bert handlar. Har eru eisini gistingarhús, matstovur og barrir á gøtuni, og m.a. liggur ein av kendastu matstovunum í Reykjavík, Restaurant Hereford, mitt á gongugøtuni.

Um tú ert troyttur av allari “shoppingini”, so kanst tú altíð seta teg niður í eini av teimum óteljandi barrunum, sum eru á gongugøtuni, og her fært tú mangt ymsikt leskiligt at drekka.


Kringlan – Størsta handilssentur í Reykjavík

Gongugøtan er tó ikki einasta staðið í Reykjavík, har tú kanst fara at “shoppa.” Nakað uttanfyri miðbýin liggur stóra handilssentrið, Kringlan. Hetta er eitt risastórt handilssentrum í trimum hæddum, sum hevur alt tað, sum tú hevur brúk fyri.

Har eru mótahandlar, handlar fyri børnini, videohandlar, slikkhandlar og nógvir aðrir. Í Kringluni eru allir teir handlar, tú hevur brúk fyri.

Handlarnir eru á tveimum teimum niðastu hæddunum. Fert tú uppá triðju hædd, so eru fleiri matstovur, har tú hevur møguleika at fáa tær at eta, áðrenn tú fert at keypa víðari.

So samanumtikið hevur Reykjavík fleiri góðar møguleikar, har tú kanst fara at “shoppa.” Ert tú troyttur av øllum resinum, sum “shopping” førir við sær, so eru altíð matstovur ella barrir tætt við.