Laudrup upp á tal í Villareal

Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup verður nú settur í samband við spanska felagið Villareal. Úrslitini hjá Villareal hava verið vánalig higartil í ár, og trýst hevur verið á venjaran Ernesto Valverdo. Í gjárkvøldið vann Villareal tó, og tað hevur helst venjaranum nakað av luft. Sponsk bløð halda, at Michael Laudrup verður boðsendur, um Villareal skal skifta venjara.