Hann fekk einki starv í summar, men nú eru kortini boð eftir Michael Laudrup. Fyrst skal hann til Moskva at tosa við Spartak, og síðani gongur leiðin til London, har West Ham skal hava nýggjan venjara. Her verður tó mett, at Laudrup stendur aftan fyri italsku Gianfranco Zola og Roberto Donadoni.