Laudrup ætlar sær finalusess

Spanska felagið Getafe tóku í gjárkvøldið eitt risafet móti einari møguligari steypafinalu, og venjari felagsins, danin Michael Laudrup, væntar at tað fer at eydnast teimum

Getafe vann 3-1 á heimavølli móti Santander, í fyrstu hálvfinaluni, og harvið er liðið sera tætt einum finalusessi. – Hetta var eitt megnarúrslit, og eg eri sera fegin um mínar leikarar. Teir spældu væl og innsatsurin var sera góður, segði Laudrup á einum tíðindafundi eftir dystin. Hann helt ikki at fyrsti hálvleikur var serliga góður (1-1 í hálvleikinum – blaðm.), men í seinna hálvleiki mentu leikararnar seg, og spælið varð munandi betur. – Vit spældu teir av vøllinum, skoraðu góð mál og megnaðu at halda Santander heilt vekk frá møguleikum. – Møguleikin fyri at náa finalusessinum er sera stórur. Í fótbólti skal man aldrin gleða seg ov skjótt, men í seinnu hálvfinaluni, har Santander noyðist fram eftir vøllinum, hava vit leikararnar, ið megna at spæla kontrafótbólt á hægsta støði. Eg eri optimist, og tessvegna vænti eg mær ein finalusess, sigur Michael Laudrup