Laudrup til Spania

Nógv bendir nú á, at Michael Laudrup verður venjari hjá spanska Recreativo. Síðani hann í fjør gavst sum venjari hjá Brøndby, hevur Michael Laudrup verið settur í samband við fleiri sponsk feløg. Nú verður váttað, at fyrrverandi stórspælarin hevur fingið eitt tilboð frá Recreativo. – Vit kunnu vátta, at Laudrup hevur fingið eitt seriøst tilboð frá felagnum. Tað umhugsar hann nú, og vit hava lovað at svara teimum innnan næstu 3-4 dagarnar, sigur umboðsmaðurin hjá Laudrup, Bayram Tutumlu.