Michael Laudrup hevur havt sín fyrsta tíðindafund sum Swansea-venjari, og har váttaði hann, at hann tekur Erik Larsen við sær sum hjálpara.
Seinast hevur Erik Larsen starvast hjá OB.
Eg havi ikki hoyrt nakað frá Erik Larsen um at hann skal hava fingið starv hjá Michael Laudrup, men tað hevur alla tíðina ligið í avtaluni okkara millum, at skjuldi ein slíkur møguleiki komi, vilja vit ikki standa í vegin, sigur Poul Hansen, ítróttarstjóri í OB við Tipsbladet.
Erik Larsen starvaðist eisini saman við Laudrup í Mallorca, men fekk sekkin, tá hann tosaði negativt um leiðsluna í spanska felagnum.
Seinni hevur ein dómstólur sligið fast, at hann varð koyrdur av órøttum.