Laudrup tapti aftur

Eftir at Getafe, sum hevur danan Michael Laudrup sum venjara, vann í UEFA Cup kappingini hóskvøldið, var tað aftur gerandisdagur í sponsku kappingini í gjár. Getafe spældi ímóti Racing Santander og tapti týdningarmikla dystin 2-0. Harvið er framvegis stórt trýst á Michael Laudrup, og Getafe hevur bert vunnið ein av 9 dystum í sponsku landskappingini í ár.