Laudrup spælir við Real

Seinasta góða mánaðin hava fleiri miðlar skrivað, at Michael Laudrup er favorittur til starvið sum nýggjur venjari hjá Real Madrid. Tað er tó ikki orsakað av hesum, at Laudrup hú hevur funnið sær gaggurnar framaftur. Michael Laudrup hevur framvegis bústað í Madrid, og nú er hann byrjaður at spæla oldboys-fótbólt fyri kontaliga felagið. Við Mundo Deportivo sigur Laudrup, at hann fer at halda fram við at spæla, til hann aftur hevur funnið sær eitt venjarastarv.