Spanska felagið Getafe, har danin Michael Laudrup er venjari, nærkast alsamt niðurflytingarstrikuni í bestu sponsku deildini. Um vikuskiftið spældi Getafe javnleik, og tá onnu lið í botninum fingu góð úrslit hevur tað við sær, at nú eru bert fýra stig niður til niðurflytingina, men tað er tætt í botninum, tí heili sjey lið liggja aftanfyri Getafe.