Laudrup longt við Swansea

Michael Laudrup hevur havt eitt framúr kappingarár higartil í walisiska felagnum Swansea. Og stóra arbeiðið, hann hevur lagt í at gera felagið betri, vil hann fegin halda fram við.

 

Tí skrivaði hann fríggjadagin undir ein nýggjan sáttmála sum varir fram til summarið 2015.

 

- Vit hava byrjað nakað hettar kappingarárið, sum eg fegin vil halda fram við. Eg veit, at nógvar gitingar hava verið um framtíð mína, men eg havi altíð sagt, at eg havi tað gott her og fegin haldi fram, sigur Michael Laudrup við heimasíðuna hjá felagnum.

 

- Eg eri væl nøgdur við at hava undirskrivað ein nýggjan sáttmála, og gleði meg longu til komandi kappingarár. Vónandi hendir okkurt spennandi við felagnum, nú vit eru við í Europa, sigur hann.

 

Tað var annars ikki nøkur løtt uppgáva at taka á seg, tí árið fyri hevði fyrrverandi venjarin, Brendan Rodgers, ført felagið til bestu plasering nakrantíð.

 

Men Michael Laudrup tók við avbjóðingini og førdi Swansea til fyrsta steypið í søgu felagsins.

 

Slaturin vildi annars vita, at Michael Laudrup stendur ovast á listanum hjá Real Madrid, nú Jose Morinho fer úr felagnum í summar.