Laudrup klárur til Getafe

Slaturin hevur leingi gingið um, at Michael Laudrup skuldi gerast nýggjur venjari í spanska felagnum, Getafe, og nú er hetta skiftið endaliga komið uppá pláss.

 

Fyri løtu síðani kunngjørdi spanska kongafelagið, Real Madrid, at teir høvdu sett Bernd Schuster, nú fyrrverandi Getafe-venjara, sum venjara í stórfelagnum, og tað gingu bert fáir minuttir, áðrenn Getafe kunngjørdi, at Michael Laudrup var nýggi maðurin í venjarasessinum hjá teimum.

 

Við hesum vendir Michael Laudrup so aftur til Spania, har hann hevði síni bestu ár á yrkisleið síni sum fótbóltsleikari í stórfeløgunum Barcelona og Real Madrid.