Laudrup handlar inn og út

Tað eru enn smáar hálvonnur vika eftir av hesum søluglugganum, og tað fara uttan iva at henda nógvir handlar hesar 10 dagarnar.

 

Eitt, sum tykist víst, er at nógv avhildni vongurin hjá Swansea, Scott Sinclair (myndin), bara er tímar frá at skifta til Manchester City.

 

Tað skriva fleiri enskar heimasíður.

 

Sinclair er onnur lovandi stjørnan, sum Michael Laudrup missir, tí áður er Joe Allen farin til Liverpool.

 

Hinvegin tykist líka greitt, at verandi Celtic-leikarin, suðurkoreanin Ki Sung-Yeung er ógvuliga nær við at skifta til Swansea.

 

Váttað verður eisini, at Alexander Buttner endaliga hevur skift frá Vitesse Arnhem til Manchester United fyri 3,9 milliónir pund.

 

Chelsea er nær við at fullføra keypið av Cesar Azpilicueta frá Marseille fyri sjey milliónir pund, og Real Madrid vónar at fullføra skiftið av Luka Modric frá Tottenham innan fyri komandi døgnið.