Talan er um bert 24 ára gamla Andreas Laudrup, ið er sonur donsku legenduna, Michael Laudrup. Orsøkin til, at Andreas steðgar á so ungum aldri er, at liðirnir hjá unga danskarunum ikki klára at standa mát við yrkisfótbólt.
- Tað slepst ikki av við brunan í liðunum. Brunin kemur aftur hvørja ferð Andreas roynir at venja seg upp av nýggjum. Tískil mugu vit tíverri staðfesta, at tað ikki longur ber til hjá Andreas at vera yrkisleikari á høgum støði. Tað loysir seg snøgt sagt ikki, sigur Jacob Astrup, ið er lækni í AGF, sum altso gjørdist seinasta felagið hjá Andreas Laudrup.
24 ára gamli Andreas Laudrup náddi at leika 17 dystir fyri danska U21-landsliðið. Harafturat umboðaði hann feløg sum FC Nordsjælland og franska Saint Etienne. Á ungum árum royndi Andreas seg eisini á ungdómsliðnum hjá Real Madrid, tá ið Michael Laudrup á sinni var venjari hjá spanska Getafe, sum eisini er úr Madrid.