Laudrup funnið nýtt felag

Eftirspurningurin eftir Michael Laudrup hevur verið stórur, síðan hann gavst sum venjari í Brøndby. Hann hevur fleiri ferðir verið settur í samband við feløg í Spania, men hevur sjálvur sagt, at hann bert vil venja stórfeløg. Nýggja felagið er nú funnið, váttar umboðsmaður hansara, Bajram Tutumlu.

 

- Eg vil einki siga um Laudrup í løtuni. Um ein mánaða vita øll, hvørjum felagi Laudrup er venjari hjá. Vit hava funnið nýggja felagið, men fólk verða noydd at bíða, sigur Bajram Tutumlu við donsku Nyhedsavisen.

 

Seinastu leysasøgurnar senda Laudrup til spanska Getafe. Núverandi venjarin í felagnum, Bernd Schuster, væntast at fara frá felagnum í summar, so møguleikin er til staðar.