Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup, sum júst er givin sum venjari hjá Brøndby, fer eftir øllum at døma at taka frí sum venjari í eitt ár. Laudrup hevur annars verið nevndur í sambandi við starvið sum venjari hjá spanska stórfelagnum Real Madrid, men har er italiumaðurin Fabio Capello settur í starvið. - Michael hevur sagt við meg, at hann fer helst at halda frí í eitt ár, nú tað ikki bleiv til nakað við Real Madrid. Hann ætlar sær at brúka meira tíð til annað enn fótbólt í eina tíð, sigur Bayram Tutumlu, umboðsmaður hjá Laudrup, við BT.