Laudrup feldi Getafe

Við einum merkisverdum máli megnaði Getafe, har Michael Laudrup er venjari, at vinna størsta útidystin av øllum. Nevnliga á Bernabéu móti Real Madrid. Hvítu og kongligu spælararnir hildu annars, at Robben hevði skorað til 1-0, tá teir fegnaðust, men teir varnaðust ikki, at dómarin hevði kolldømt málið. Ístaðin streyk Getafe í kontra, og so kundi Ikechukwu Uche skjóta einasta málið í dystinum. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at Real Madrid hevur mist stig á heimavølli. Í la Primera er Real tó framvegis tvey stig framman fyri Barcelona.