Laudrup fekk fyrsta stigið

Danin Michael Laudrup vann sítt fyrsta stig sum venjari í sponsku fótbóltskappingini. Laudrup er venjari hjá Getafe, sum sunnudagin spældi ímóti Huelva. Getafe var favorittur til at vinna dystin, men Huelva legði seg á odda móti endanum av dystinum. Getafe fekk aftur hendan dystin ein mann útvístan, og tá ið Pongolle legði Huelva á odda fimm minuttir fyri leiklok, sá svart út. Men tað eydnaðist Getafe at javna til 1-1 beint áðrenn leiklok.