Laudrup er valagn í Madrid

Forseta valstríðið í Real Madrid minnir altíð um politisk val, har øll valevni royna at yvirbjóða hvør øðrum. Eftir at Fernando Martin fór frá sum forseti, eftir einans tveir mánar í heita stólinum, er val útskrivað til 2. juli. Nýggjasta vallyftið í valstríðnum eitur Michael Laudrup.

Tað er ríkmaðurin Vilar Mir, ið saman við fleirfaldaða rally heimsmeistaranum Carlos Sainz ætlar sær sætið sum forseti í Real Madrid. Og sambært spanska dagblaðnum AS, lovar, at um hann verður forseti í Real Madrid, so verður Michael Laudrup venjari. Ætlanin er sambært Politiken.dk, at gera sum í Barcelona, har ein ungur venjari, ið stendur fyri undirhaldandi og verjukendum spæli, lyftur felagið upp til toppin.

Mchael Laudrup spældi í Real Madrid í árunum 1994-96 og var sera væl umtóktur í felagnum.