Michael Laudrup fer ikki at mangla arbeiðstilboð, nú hann gevst í danska felagnum Brøndby. Feløg í hópatali hava ringt við tilboðum til danska venjaran, men umboðsmaðurin hjá honum sigur, at tað er lítið sannlíkt, at Laudrup fer til nakað annað felag beint nú.
- Eg havi fingið fyrispurningar frá so nógvum feløgum, at tað er næstan ógjørligt at halda skila á tí. Feløg úr Týsklandi, Turkalandi, Grikkalandi og nógv aðrastaðni hava spurt seg fyri, men Michael er ikki áhugaður, um tað ikki er okkurt serliga spennandi tilgoð, sigur umboðsmaðurin Totumlu við BT.
Tað serliga tilboðið kundi kanska komið úr Real Madrid, sum hevur verið sett í samband við Laudrup seinastu tíðina.