Laudrup einki hoyrt til Chelsea

Um vikuskiftið ljóðaði, at Chelsea hevur áhuga í at fáa Michael Laudrup til venjara hjá felagnum

Men í dag sigur Laudrup, at hann einki hevur hoyrt um hetta. – Eg havi lært meg at liva við slíkum slatri. Líkamikið, hvussu tápuligt tosið enn er, sigur Michael Laudrup við danska Ekstra Blaðið. Fyrsta árið í spanska Getafe hevur Laudrup fingið góð úrslit, hóast byrjanin upp á árið var sera vánalig. Getafe er væl ávegis sponsku steypafinaluni, og í UEFA-Cup kappingini er liðið at finna millum tey 16 seinastu.