Lau Blaxekjær er nýggjur adjunktur í samfelagsvísindum. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroyar á síni heimasíðu í dag.
Lau Blaxekjær er nokk av flestu føroyingum kendur sum útbúgvingarleiðari á West Nordic Studies útbúgvingini á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hann hevur starvast síðan 2014. Harumframt er hann verkætlanarleiðari á Green Growth Dialogue og ábyrgdarfólk fyri Lindbergs Hús.
Í 2015 gjørdist hann ph.d. við ritgerðini: “Transscalar Governance of Climate Change: An Engaged Scholarship Approach”.
Í nevndini, sum mettu um førleikarnar hjá Lau, vóru: Iben Nathan (Lektari, Københavns Universitet), Jens Christian Svabo Justinussen (Lektari, Fróðskaparsetur Føroya) og Ólafur Þ. Harðarson (Professari, Háskóli Íslands).