Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
----
Jógvan við Keldu heldur áfram við útsøgnum um ivasamar serfrøðingar og, hvussu vit skulu virða vinnulívsfólk. Hann lovaði at koma við einari grein um Coca-Cola og marknaðarføring. Tíanverri var marknaðarføring ikki viðgjørd av Jógvan við Keldu, men var enn ein grein har funnist verður at serfrøðingum og var fylt við fleiri ógrundaðum pástandum.
Korrupt vinnulívsfólk
Ein ákæra sum Jógvan við Keldu beinleiðis kemur við, er at serfrøðingar kalla vinnulívsfólk korrupt. Sigur enntá ”Gunnvør Balle, leggur eisini upp til tað í síni skematisku grein.”
Tað undrar meg stórliga at Jógvan við Keldu megnar at finna hesar útsagnir. Hann tosar eisini um hugburðsmun, har eg og serfrøðingar leggja dentin á at skeiv vinnulívsfólk hava fingið fiskiloyvir. Tað undrar meg stórliga, hvar Jógvan við Keldu finnur hesar útsøgnir? Um eg so royni at lesa millum linjurnar hjá mær sjálvum og øðrum, finni eg tað ikki.
Greinin hjá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu var ein eggjan til at betra um fiskivinnuna, hvørji ivamál mugu viðgerast. Hon eftirspurdi eina breiða tjóðarsemju. Og Jógvan við Keldu ákærir hana fyri at vera eftir vinnulívsfólki???
Hugburðsmunur
Nú hevur Jógvan við Keldu roynt at vart sína áskoðan og víst á, at hann skilur vinnulívsfólk, og teirra íløgur og dirvi. Men Jógvan við Keldu letur vera við at hugsa fram. Jógvan við Keldu megnar onkursvegna ikki at fyrihalda seg til spurningin, um at nýggjir aktørar, nýggjur peningur, kann koma inn í fiskivinnuna. Havi víst á núverandi trupulleika, sum nýggjir aktørar møta.
Fyri at fáa atgongd til fiskivinnuna, mugu tey seta seg í størri skuld, enn tey, sum byrjaðu av fyrstan tíð. Hendan konkreta spurning vil Jógvan við Keldu ikki viðgera undir tí uppíhaldinum at vit mugu virða tey, sum eru í fiskivinnuni.
Sigur enntá: ”Latið tað fáa frið sum virkar, og allarhelst ikki fer at virka betur við broyting.” Hann veit ikki sjálvur um ein broyting fer at vera fyri tað betra.
Tá skuldin í fiskiflotanum er vaksin í góðum tíðum, er tað tekin uppá at skipanin virkar?
Tá 1300 fólk eru farin úr flotanum, sum Jógvan við Keldu sjálvur vísti á, er tað tekin uppá at skipanini virkar?
Sanniliga er her hugburðsmunur
er mín endaliga staðfesting. Eg fór undir hetta greinasamskifti, fyri at sleppa frá at hoyra um kenslur yvirfyri vinnuni. Og hetta var eisini tað eg viðgjørdi í mínum aftursvarið til Jógvan við Keldu og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Vinnuni tørvar ikki kenslur. Hon dugir at brúka kenslur.
Coca-Cola varð tikið fram sum dømið, og onkursvegna megnaði Jógvan við Keldu at skilja hetta sum samanbering við tilfeingi. Kanska hann hevur lisið onkra aðra grein, tí at eg nevndi ikki tilfeingi við einum orðið í tí viðgerðini av Coca-Cola.
Síðani tá hevur Jógvan við Keldu ákært meg og onnur fyri at vera ímóti núverandi vinnulívsfólkum. Hann hevur ákært serfrøðingar fyri at vera í einari ópraktiskari dreymaverð, sum einki samband hevur við ”verulig vinnulívsfólk”, sum hann málber seg.
Eg havi biði um konkret dømi, men megnar Jógvan við Keldu ikki tað.
At fiskivinnan hevur trupulleikar at dragast við, vil Jógvan við Keldu ikki viðgerða, tí at núverandi skipan riggar fínt, sambært honum. Tá serfrøðingar og onnur ditta sær at ynskja broytingar, so er tað ikki saklig og faklig mótargument, sum verða brúkt.
Vit vera yviroyst við kenlsum, um at vinnulívsfólk eru røsk og djørv. At lívið er strævið og hart og nógvir dýrir satsningar vera gjørdir.
Vit vita øll hatta!
Hví skulu vit fáa sovorðið endurtikið, ístaðin fyri at koma við fakligum argumentum? Hetta ger bert at kjakið verður skeiklað, og eingin faklig viðgerð er.
Skuldin í flotanum er vaksin!
Aktørar í fiskivinnuni er fyri mismuni!
Nýggjir aktørar eru fyri mismuni!
Arbeiðseftirlitið, sum skal verja vinnulívið er skert ógvusliga!
o.s.fr.
Alt veruleikar, sum ikki vera viðgjørdir, tí at vit vera kvald við kenslum.
Vil bara enda við orðinum hjá Hermanni Oskarssyni um kjakið um viðgerð av tilfeinginum, við eini áheitan um at fyrihalda seg til tað, sum kjakað verður um:
”Skal man finnast at uppskotinum hjá okkum búskaparfrøðingum, so kom og sig okkurt um reglurnar fyri atgongd, og far ikki og mjarra um alt møguligt annað, sum onki hevur við uppskot okkara at gera!”