Latum okkum virða vinnuna 3

Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
----

Havi ivast eitt sindur, hvørt eg skuldi svarað aftur, nú tá Jógvan við Keldu leggur seg eftir hugburðsmuni. Um Jógvan við Keldu við vilja, velur at fokuserað uppá og misskilja, eitt heilt einkult dømi, dugi eg ikki at siga. Eg helli til tankan, at Jógvan við Keldu fullkomiliga misskilur, tað kjak, hann sjálvur byrjaði. Hvussu vit virða vinnuna!

Hvussu virða vit so vinnuna?
Í fyrstu greinini hjá mær, viðgjørdi eg tað; Jógvan við Keldu tyktist tó ikki at skilja kritikkin.
Í næstu greinini hjá mær, fylgdi eg so Jógvan við Keldu inn í fiskivinnuna, og setti spurningin, um vinnan verður vird har? Men aftursvarið hjá Jógvan við Keldu skuffar meg. Eg væntaði kanska eitt samtykki, at okkara fiskivinna ikki hevur sømilig kor? At tey sum hava hugin, dirvi og peningin kunnu fáa líka góðan møguleika at fara inn í fiskivinnuna?

Goodwill
”Eitt eitur á forrætningsmáli “Good will”, kann tað ikki brúkast í hesum føri – Hvat er galið?” spyr Jógvan við Keldu.
Fólksins ogn verður skilgreinað, sum: Fólksins ogn! Hvussu annars kann hetta annars skilgreinast? Fólkið hevur ognarrættin. Tað, sum Jógvan við Keldu ikki skilur, er at síðan 2003 hava vinnulívsfólk umsitið ræðisrættin á fiskiloyvum og fiskidøgum. Vinnulívsfólk hava so sjálvandi brúkt henda møguleikan. Til fyrimuns fyri nøkur og ein eyka byrða fyri onnur. Hví Jógvan við Keldu ikki viðgerð hendan trupulleika, sum eg vísti á, er ikki til at skilja. Skuldin í fiskivinnuni er jú vaksin ógvusliga av tí sama! Hví vil Jógvan við Keldu ikki loysa henda trupuleika? Núverandi skipan, hevur víst seg at vera vanvirandi fyri nýggjar aktørar í fiskivinnuni. Og teir aktørar sum vóru í fiskivinnuni áðrenn broytingina, hava fingið vinningin, sum landið av røttum eigur. Landið hevur latið veiðiloyvi til vinnulívsfólk, og vinnulívsfólk selja tað víðari og fáa sjálvir vinningin. Hvat skilur Jógvan við Keldu ikki við hesum trupulleika? Hvussu kann nakar selja okkurt, sum upprunaliga hevur verið ókeypis?
Satsningur ella ókeypis fiskiloyvi?
Tá vinnulívsfólk satsa, fáa tey vinning (ella tap) av satsningum. At tey skulu fáa beinleiðis vinning av einum veiðiloyvi, givið av Fólkinum, er ikki rætt móti restina av vinnuni. Og so slettis ikki ímóti Fólkinum. Um Jógvan við Keldu ikki vil skilja hetta, so vil eg heita á hann at siga tað beinleiðis. Ikki at koma við løgnum undanførslum um hugburð.
At enda vil eg bara spyrja Jógvan við Keldu:
Vilja tygum virða alla vinnuna, so at hon, øll sum hon er, kann fáa líka karmar at virka í?
Vilja tygum virða alla vinnuna, við at lata marknaðarkreftirnar ráða, ótarnaðar av órættvísari viðferð av vinnulívfólk, sum av tilvild ikki eru í fiskivinnuni, og ikki hava FINGIÐ eitt fiskiloyvi?

Um Jógvan við Keldu ikki sær seg føran fyri at svara hesum einklum spurningum útfrá einum liberalistum sjónarmiðið, sum Fólkaflokkurin skal eitast at umbiðja, so vil eg bara heita á Jógvan við Keldu, at ikki svarað.