Latum okkum virða vinnuna 2

Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
-----

”Haldi hann leypur elegant um íløgu- og rakstrarveruleikarnar hjá vinnulívinum og upparbeiddu vitanina, hesir hava framt! Men tað er onki óvanligt, her hevur verið skorðað undir frá so mongum.”

Soleiðis sigur Jógvan við keldu til fyrru grein mína. Satt er, at eg ikki kendi tørv á at viðgera neyðugur íløgur og rakstur hjá vinnuni. Hetta heilt einkult, tí at hetta eru flest øll greið yvir.

Víðari hugleiðir Jógvan við Keldu:

”t.d. at nevna frálíku bøkurnar  og frásagnir um dyggu vinnulívsmennirnar John Dam og Eiler Jacobsen, sum vísa, hvussu stutt tíð er frá tindi til botns og samstundis langa teinin frá hædd til lagd. – Hetta er sanniliga ikki “bara kenslur”, men veruleiki!”

Nú nevnir Jógvan við Keldu tveir vinnulívsmenn. Latum okkum hyggja at Eiler Jacobsen. Eiler Jacobsen megnaði at byggja eitt stórt og sterkt reiðarí upp. Hetta gjørdi hann, við blóð sveitta og tárum. Sanniliga kann tað føroyska samfelagið takka Eiler Jacobsen fyri sítt megnar avrik, og tað virðisøking, sum hann hevur skapt á Føroya landið. Men tá Eiler Jacobsen seldi sítt virksemi víðari til aðrar at taka yvir, uppstóð ein trupulleiki.
Jógvan við Keldu bíður okkum virða tær milliarda íløgur og satsningar sum vinnulívið fremur. Eg má spyrja Jógvan við Keldu: Hvør, er tað sum finst at milliarda íløgum? Hvør er tað, sum finst at satsningar vera gjørdir? Um Jógvan við Keldu, hevði kunna upplýst meg við konkretum dømum, so takið eg ímóti tí og vil viðgerða tað.

Aftur til Eiler Jacobsen. Tað er eingin loyna at við søluni varð partur av prísinum fyri fiskiloyvi. Hvussu nógv eyka tað var, havi eg ikki helit skil fyri. Men at veiðiloyvi, sum er givið ókeypis, skal sjálvandi, eftir røttum logikki og samfelagssinni, jú latast aftur ókeypis. Hesin logikkur fylgir øllum. Nevnast kann at sjálvt tey, sum fiska síl í áum, skulu keypa sær eitt fiskiloyvi. Hvat hevði hent um tey seldu víðari veit eg ikki.

Fyri tað at vinnulívsfólk hava satsa stórar upphæddir, gevur tað ikki viðkomandi moralskan rætt (hóast hann hevur lógligan rætt í Føroyum) til at selja tað, sum viðkomandi hevur fingið ókeypis. Og tað er so slettis ikki at virða vinnuna. Tey sum koma aftaná , hava ikki nær námind líka góðar umstøður, sum tey skulu keypa frá. Hetta er at vanvirða vinnuna. Úrslitið sæst eisini. Skuldin í fiskiflotanum er vaksin, og tað enntá í góðum tíðum. Tey, sum skulu bera vinnuna víðari fáa tað nógv tyngri við avdráttum og rentum, tí at tey eru noydd til at keypa fiskiloyvi.

Vandamikil kós
Jóvan við Keldu endar sítt aftursvar við hesum:
”at tað ikki er so “farligt”, at landskassin tekur tilfeingisgjald umframt skatt og onnur avgjøld, “bara teir taka frá øllum”, sum onkuntið  verður sagt, er hetta  vandamikil kós!”
Mær lystir at vita hví tað er eina vandakós at taka frá øllum, og hví at tilfeingisgjald er ein vandakós?
Í núverandi støðu hevur fiskivinnan í Føroyum hesar treytir

Fiskiloyvir skulu keypast via fiskiskip = eyka útreiðsla til keyparar, og eyka vinningur til seljarar
Ikki øll fáa líka dagar, summi fáa ov nógvar og summi fáa ov fáar, við tí úrslitið at summi fáa eyka inntøku, og summi eyka útreiðslu
Eyka skattur til fiskifør 2. árið á rað, sum hava inntøku yvir eitt ávíst
Landstýrisfólki avgerð, hvør fær fiskiloyvir og dagar, ikki marknaðarkreftirnar, sum høvdu skapt tann idella prísin, hvat so enn hann er

Um hetta er at virða vinnuna, og geva øllum vinnulívsfólkum líkarætt, so skilji eg einki. Um Jógvan við Keldu vil at eg skal virða vinnuna á hendan hátt, so takkið eg nei.
Eg vil vinnuni bestu umstøður, tí at fær hon bestu umstøður, kryddað við einum sindri av sunnum eftirlitið, so fær alt samfelagið gagn av vinnuni. Undir núverandi umstøðum hava vit ikki hetta.