Paprika Steen kenna vit sum ein dugnaligan sjónleikara í filmum sum »Festen«, »Den eneste ene«, og fleiri ferð um árið síggja vit hana spæla við í onkrum nýggjum donskum filmi. Paprika Steen er sjálv ein stórur filmelskari, og nú hevur hon nú gjørt sín fyrsta film »Lad de små børn«. Leikritið er skrivað av kenda Kim Fupz Aakeson (Den eneste ene, Okay, Forbrydelser). Sjálv hevur hon spælt í filmum hjá Lars von Trier, Thomas Vinterberg og Susanne Bier. Paprika Steen er við í nýggju bylgjuni innan danskan film.
Við í filminum hjá Paprika Steen eru kendir leikarar sum Søren Pilmark, Sofie Gråbøl, Karen-Lise Mynster og svenska Lene Endre. Vit síggja ofta hesi fólk í donskum skemtifilmum, men »Lad de små børn« er eingin skemtifilmur. Pilmark kenna vit frá m.a. »Riget«, »Blinkenede lygter«, »Rembrandt« og »De skrigende halse«. Sofie Gråbøl spældi Tove Ditlevsen í »Barndommens Gade«, »De skrigende halse«, »Den eneste ene«, seinast er hon kend frá »Nicolaj og Julie«. Karen-Lise Mynster kenna vit frá Matador, sum bankadaman, ið gjørdist við barn við tí fína og snobbuta Direktør Varnes. Seinni hevur hin havt eina rættiliga stóra framgongd sum sjónleikari og sangari. Hon gjørdi fyri nøkrum árum síðani ein einamanssangleik um Tove Ditlevsen, ið var sera væl fagnaður.
Paprika Steen hevur fingið alt upp í hendurnar, góðar leikarar skrivað av einum av gulldreingjunum innan film í Danmark, men sætt at siga er hon ein dugnaligari sjónleikari enn leikstjóri. »Lad de små børn« viðger eitt sera tungt evni og er ein toluliga góður filmur, men einki meistaraverk.
Eftir vanlukkuna
Temaið, ið hesin filmurin viðger, hvussu foreldrini koma víðari í lívinum, tá tey hava mist eitt barn. Húsameklarin Annette (Karen-Lise Mynster) er farin at drekka nakað illa, eftir at hon kom at koyra á gentuna, men hon hevði onga skyld í vanlukkuni. Gentan var dóttir arkitektin Claes (Michael Birkkjær) og Britt (Sofie Gråbøl). Claes syrgir so ógvusligt, at arbeiðið sum arkitektur gevir onga meining fyri longur. Hann skeldast ofta við kundarnar. At enda biður vinurin og stjórin hjá honum Niels hann um at fara í orlov. Claes tímir enn ikki at siga konuni frá, hvussu ringt hann hevur tað. Hann er farin at briksla henni, at hon hevur tað so gott sum hon hevur tað. Konan hjá Claes viðger sorgina á ein annan máta, hon er sosialráðgevi og fær ein alt ov stóran stóran áhuga í ungari einligari mammu og barninum hjá henni.
Tá sorgin sorar lívið
Fyri Claes fyllir sorgin alt. Hann heldur við eitt øll verða grunn og tápulig. Alt melur seg um sorgina, og hann dugir ikki at liva longur, tí hann er bittur og óður inn á sjálvt lívið. Serliga týðuligt kemur hetta fram í mun til vinin Niels og konuna hjá honum, ið eru eydnurík. Niels dugir hin vegin heldur ikki at tosa við Claes, hetta skapar eina stóra kreppu í vinarlaginum. Júst hetta er sera realistiskt, tí tað eru ikki nógv fólk, ið megna at rúma óendaliga sorg og ikki nógv duga at hjálpa øðrum á lívsins royndarstundum. Eitt er vist, at Claes gerst aldrin hin sami aftur. Konan Britt er á ein máta sterkari, hon vil hava eitt annað barn við Claes, men hann livir í einari aðrari verð.
Hetta er stundum ein álvarsligur filmur, ið at enda snýr seg um eitt kærleiksviðurskifti millum tvey, ið syrgja eitt oyðileggjandi tap, men kemur teirra hjúnarband at tola hetta? Megna tey at bróta einsemið, ið ofta trívist, sjálvt um fólk eru gift. Duga tey at tosa saman um hvat er hent?
Filmurin minnir um »Elsker dig for evigt« og hevur sama tematik, sum filmir eftir Pedro Aldomóar, men er langt frá so góður. Eg hugsaði eisini mangan um Bergmann og filmir sum »Scener fra et ægteskab«, munurin var tó, at hesi fólkini tosa ikki so nógv sum Liv Ullmann og Erland Josephson. Her hava vit tað perfekta hjúnarlagið, við eitt er alt sorlað sundur. Hetta kann minna okkum um at stutt er millum lukku og sorg, kærleika og beiskleika. Kinverjar hava sama tekn fyri kreppur sum fyri menning. Sjálvandi er tað ongantíð mennandi at missa eitt barn, men onkunsvegna er neyðugt at læra at liva víðari. Lívið er fylt við kreppum, stórum og smáum. Ein klókur maður segði, at tað eru okkara evni at takla kreppur, ið avger, hvussu lív okkara eydnast í longdini. Tað ringasta lagnan ein persónur, ið hevur mist eitt arbeiði ella hvørs giftarmál er farið í søguna, kann fáa, er at sita fastur í beiskleikanum, í sjálvmiskunn og nostalgi.
Kreppur endurføða okkum sum nøkur onnur enn tey vit vóru einaferð, ella hildu okkum vera. Summi verða kálvfødd og koma bert hálv gjøgnum stórar broytingar í lívinum. Kinverjar siga, at tað broytingarvindar blæsa, er tað fólk, ið byggja skýli og onnur byggja vindmyllur. Tá stórir sorgarleikir henda okkara næsta, ella okkum sjálvum, skulu vit hjálpa teimum og okkum sjálvum. Tað ringasta vit gera er, sum Niels og konan, at royna at lata sum um einki er hent.
Lad de små børn
Danmark, 2004, 104 min.
Havnar Bio, Bio 2, 16.30
Týsdagin 10. august ? hósdagin 12 august.