Latnir leysir

Fýra menn, sum hava verið gíslar hjá burturflytarum í Nigeria, sluppu leysir í gjár. Teir fýra menninir, sum eru úr Bretlandi, Fraklandi, Niðurlondum og Pakistan, vórðu burturfluttir tann 1. juni í havnarbýnum Port Harcourt. Ein talsmaður hjá fyritøkuni Schlumberger, sum menninir arbeiða hjá, sigur, at teir hava tað gott eftir umstøðunum. Burturflytingar eru rættiliga vanligar í Nigeria., og teir seinastu átjan mánaðarnar eru umleið 200 útlendingar burturfluttir. Tey flestu hava arbeitt í oljuvinnuni.