Latinovic stóð seg væl

Ognjen Latinovic, sum til dagligt verjir málið hjá KÍF í føroysku Atlantic Airways-kappingini, spældi so gott sum allan dystin fyri Avstralia, tá ið teir í dag taptu heili 41-17 fyri Ungarn í HM-endaspælinum í Kroatia. Tapið kundi tó væl verið munandi størri, var tað ikki upp til Latinovic. Hann bjargaði sjey av 27 skotum, og fleiri ferðir rann hann úr búrinum fyri at forða fyri teimum óhugnaligu mongu og longu mótálopsavleveringunum, sum Ungarn fekk í dystinum.

 

Latinovic og Avstralia skulu aftur í eldin í morgin kl.14, tá ið mótstøðuliðið er Slovakia.