Søgan er á tremur við víni – og vín er á tremur við søgum. Stuttligar, skakandi og kensluligar. Umframt at ummæla og geva skoðsmál til vínsløg frá Rúsdrekkasølu Landsins fara vit her hvønn fríggjadag júst at siga frá hesum frálíku søgunum. Stílurin verður lættur og vælupplagdur, viðhvørt naskur ella gessandi og ivaleyst spríkir onkur góða millum rivjabeinini eisini
Í dag eru øll fýra sløgini úr latínska heiminum og væl hepnast hjá hesum elskuligu vínsløgunum. Tríggjar eru á ovastu rók og allar røkka uppum gáttina. Skoðsmálini verða latin úr 1 stjørnu og upp í 6 stjørnur, sum eitt samsvar millum prís og góðsku. Í stuttum so er hetta samsvar vánaligt til sløgini, ið fáa 1-3 stjørnur og gott til sløgini, ið røkka 4 stjørnur og hægri. So 4 stjørnur er gáttin, ið avger um vínið er pengarnir vert, - eftir mínum tykki! Tí øll hava sín smag og kunna drekka hvat tey vilja. Eg skal ikki stilla meg til algildugan vín-dómara, men eg fari tó við førleika og vitan at próvføra míni ummæli og skoðsmál. So kunna fólk sjálvi vita um teimum dáma mín smag og taka undir við mínum meiningum, - ella ikki. Allarbest um eg kann avbjóða vín-njótaran og fáa hann at taka støðu til sín egna smag. Gera hann tilvitaðan um síni val ella frával frammanfyri hillunum í Rúsuni ella við vínkortinum í hond á matstovu. Hví honum dámar og keypir tað vínið hann ger. Henda tilvitanin um smag kann so fáa vínnjótaran at finna fram til onnur vín, ið honum dámar. Tað snýr seg um margfeldi og fjølbroyttni. Oftani keypa vit bara tað sama, men eg fari at heita á vínnjótarar at royna nakað nýtt og so kanska fáa luft undir veingirnar!
Í hesum teigi fari eg eisini at gera burturúr hvussu vit við fyrimuni kunna seta saman rætta vínið til rætta matin. Hendan samantvinningin fer eisini at vera tikin upp í Uppskriftini. Tí tað er júst, tá ið maturin og vínið seta hvørjum øðrum stevnu, at stórar sansaligar – ella enntá listarligar – upplivingar unnast okkum.
At enda vil eg sláa fast, at endamálið við hesum fasta tátti ikki er at forherliga alkohol ella eggja fólki at drekka seg full. Talan er um saklig brúkara-upplýsing, ið setir mátahald og dygd frammanfyri nøgd í hásæti.
Í næsta Vínummælinum kemur ein frágreiðing um hvat øll orðini í ummælunum merkja. Tey kunna tykjast teknisk, floygd ella bara undarlig í summum førum. Eisini verður ein lítil vínskúli, sum í stuttum umrøðir mest týðandi tættirnar í kynstrinum at smakka vín.
Heiti: A Mano, IGT Puglia, Primitivo 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/0/03/Flag_of_Italy.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/03/Flag_of_Italy.svg/800px-Flag_of_Italy.svg.png" * MERGEFORMATINET
Ummæli: Djúpur kirsubersvartur litur, ið er eyðkendur fyri Primitivo-drúvuni har suðuri í Italia. Feit svørt berfrukt og pipu-tubbak í anganum. Smakkurin hevur stóra fyllu, er mjúkur, men tó kryddaður. Ein broddur av lakresi fær vínið at ressast. Síðan hetta vínið fekk skrúvilok í fjør, kennist tað væl frískari í dygd. Skrúvilok er framtíðin, hóast at tað kanska ikki er líka romantiskt sum tundurproppurin.
Kostnaður: Kr. 102,00
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Heiti: Maglietta, DOC Barbera d’Asti Superiore 2004
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/0/03/Flag_of_Italy.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/03/Flag_of_Italy.svg/800px-Flag_of_Italy.svg.png" * MERGEFORMATINET
Ummæli: Tættur kirsuberreyður litur. Sera samansettur og kitlandi angi av kirsuberum, krúti og violum. Smakkurin er elegantur við nógvum tónum og stórari persónligheit. Vit eru har norðuri í Italia og drúvan eitur Barbera. Hetta drúvuslagið er eyðkent við sterkari berfrukt og góðum broddi av garvasýru. Fatlagring í eik-tunnum hevur mýkt berfruktina og gjørt hana bleyta. Hóskar óalmindiliga væl til lambskjøt. Kryddað við hvítari trøffilolju ger ikki verri. Kanska eitt hugskot til næsta dilkadagin.
Kostnaður: Kr. 79,00
Skoðsmál: 6 stjørnur ******
Heiti: Retamo (Catena), Bonarda-Malbec 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Argentina HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/1/1a/Flag_of_Argentina.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/1a/Flag_of_Argentina.svg/784px-Flag_of_Argentina.svg.png" * MERGEFORMATINET
Ummæli: Retamo er ein nýggj vín-røð frá kenda vínhúsinum Catena. Her er talan um modernað vín, har dentur er lagdur á, at keyparin fær sum mest av frískari ber-frukt fyri peningin. Vínið er kirsuberjareytt við violettum kanti. Talan er um bland av hina italsku Bonarda-drúvuni og fronsku Malbec-drúvuni, sum her renna saman í hægri eind. Frálíkur og reinur angi av svørtum berum og dimmari blákollu. Fruktin er sunn og hevur floralar tónar. Javnvágin millum søtleika, sýru og beiskleika er í topp. Eitt kupp til prísin.
Kostnaður: Kr. 69,00
Skoðsmál: 6 stjørnur ******
Heiti: Retamo (Catena), Chenin-Chardonnay 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr Argentina HYPERLINK "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/1/1a/Flag_of_Argentina.svg" INCLUDEPICTURE "http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/1a/Flag_of_Argentina.svg/784px-Flag_of_Argentina.svg.png" * MERGEFORMATINET
Ummæli: Hvíta útgávan av Retamo brúkar Chenin Blanc-drúvuna, ið er kend frá Loire í Fraklandi og Chardonnay, ið verður brúkt um allan heim, men hepnast best í Bourgogne í Fraklandi. Gyltur korngulur litur. Frískur og reinur angi av grønum fruktum, nýslignum grasi og hunangi. Chardonnay-drúvan gevur góða fyllu eins og ferska og Chenin fær sprell í vínið við frískari og reinsandi sýru. Frálíkt vín til fisk. Eisini óalmindiliga gott vínkeyp.
Kostnaður: Kr. 69,00
Skoðsmál: 6 stjørnur ******