Ílatin til Planet Awards

Aftur í ár er Planet Awards eitt galla tiltak. Hetta kvøldið verður sostatt høvið at lata seg úr kovboy buksunum og t-troyggjuni og lata seg í okkurt eitt sindur meira forkunnugt, pynta sær hárið og leggja sær sminku.

Í samstarvi við Cosmeto, Beintu Wilhelmsen Design, Hjá Kissa og Bianco skógvar geva vit her Planet Awards gestunum eitt sindur av íblástri.
Modellirnar Henrietta og Alvin eru klipt, snøggaði og ílatin til galla.

Orð: Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen, alvur@sosialurin.fo


Henrietta

Hárið
Hárið hjá Henriettu er sett hjá Cosmeto í SMS. Alma Einarsdóttir setti tað, hon greiðir frá:
- Kjólin, ið Henrietta skuldi í var ein gallakjóli við einum eitt sindur rokkendum dámi. So og royndi at kombinera rátt og reint, okkurt var stílfult og okkurt eitt sindur frísut. Tá tú gert hár til galla er gott at gera eitt sindur burtur úr, so eg brúkti hugflogið. Samstundis setti eg tað upp eitt sindur fríkst, tí hon er ein ung dama.

Make-up
Make-up hjá Henriettu er lagt hjá Cosmeto við Havnar á. Maria Wilhelmsen hevur lagt hennara make-up. Hon greiðir frá
- Fyri at leggja eitt haldbart make-up skal húðin vera rein. Til hetta brúkti eg eitt dagkrem, ið hóskar til húðina, eitt medex produkt. Eg brúkti mineral make-up, av slagnum Youngblood. Fyrst legði eg eina basu og síðan Foundation, ið ikki tippur porurnar, hetta eru knúst mineralir. Til eyguni brúkti eg ein svartan eye-liner, og ein hvítan highlightara við glimmur og djúpt lilla. Eg brúkti eina svarta mascara og kinnareytt við gullglimmur spjaddum runt í andlitinum. Í eygnakrókin setti eg ein Rhinstein. Hetta er rættiliga væl umtókt, tá man fer til veitslu.

Kjólin
Kjólin hjá Henriettu er eitt originalt Beinta Wilhelmsen snið. Beinta hevur seinastu árini rikið sín egna handil sum skræddari í Havn. Hon hevur úr at gera og sigur, at fólk nógv fólk koma inn og bestilla kjólar, ið vera sniðgivnir til teirra.
- Tað er øðrvísi at vera í einum kjóla, ið er sniðgivin til tín, greiðir Beinta frá og heldur fram:
- Kjólin, ið eg havi latið Henriettu í er úr svørtum silki. Hetta er rættiliga vanligt tilfar til veitslu kjólar. Yvirparturin er eitt korset við flestum. Flesar eru øgiliga inn í løtuni. Korsettið gevur góðan facon og heldur alt uppi á pláss. Niðurdeilurin er fótsíður við slebi aftan. Eg havi givið henni eitt lilla silkisjall, hetta frískar upp og riggar væl, tá tú hevur berar akslar.

Skógvarnir
Skógvarnir hjá Henriettu eru eisini úr handlinum hjá Beintu Wilhelmsen. Hetta eru Otto et Moir skógvar. Teir eru svartir og lilla. Beinta greiðir frá:
- Lilla er liturin í løtuni. Hetta passar eisini saman við slipsinum hjá Alvin. Tað sær gott út á dansigólvinum og tá tey gera sína entre, at eitt par passar saman.




Alvin

Hárið
Hárið hjá Alvin er sett hjá Cosmeto í SMS. Barbara S. Joensen setti tað, hon greiðir frá:
- Eg klipti Alvini í einum modernaðum hársniði. Síðan setti eg tað upp smart, soleiðis at hann er til reiðar til galla. Til at seta hárið brúkti eg produktir frá Goldwell, eg blandaði voks og gele av Wild seriuni saman .

Make-up
Make-up hjá Alvin er lagt hjá Cosmeto við Havnar á. Maria Wilhelmsen hevur lagt hansara make-up og snøggað eygnabrýrnar. Hon greiðir frá:
- Eg havi rættað eygnabrýrnar, hetta er nakað sum flestu menn trongja til, tað lættir um andlitið. Eg geri tær ikki heilt symetriskar, men rætti tær eitt sindur til. Summir menn eru sambrýntir og tað kann lætta nógv um, tá man minkar um tær. Eldri menn kunnu fáa fleiri ár av tí. Viðvíkjandi make-up, so havi eg lagt eitt sindur av putur fyri, at húðin skal gerast einsartað.

Klædningur
Alvin var í einum svørtum Falve klædningi frá Kissa. Klædningurin er svartur við eini strípu á men rættiliga klassiskur í sniðinum. Elin Guttesen hjá Kissa greiðir frá:
- Svart er vorðið uppaftur meira populert seinastu árini. Vit seldu nógvar av hesum Falve klædningunum upp til jóla. Tað sum ger henda klædning serliga væl umtóktan er, at hann verður seldur buksur og jakki hvør sær. Klædningar, ið verða seldir sum ein eind passa ikki altíð til tann sum skal í hann. Hesin passar altíð. Hann fæst eisini einlittur svartur. Vit lótu eisini Alvin í eina hvíta skjúrtu frá Boswell og í eitt lilla silkislips.

Skógvar
Skógvarnir hjá Alvin eru frá Bianco Skóm í SMS. Teir eru svartir við eini gráari strípu. Hetta eru veitsluskógvar og sera vælumtóktir í løtuni.