Latin leys

Fimm sjúkrasystrar og ein lækni, sum vórðu dømd til deyða í Libya, eru nú á veg heim til Bulgaria. Seks bulgarskir ríkisborgarar, sum vórðu dømdir til deyða í Libya, eru slopnir úr fongslinum og eru júst nú á veg til Bulgaria.

Tey seks, fimm sjúkrasystrar og ein lækni, eru umborð á einum flogfari hjá franska forsetanum, Nicolas Sarkozy. Kona forsetan hevur júst verið í Libya saman við einum ES-kommiseri, og tær báðar eru nú á veg til Bulgaria saman við teimum seks.

Sambært altjóða tíðindastovunum lendir franska flogfarið í bulgarska høvuðsstaðnum klokkan trý korter til átta okkara tíð.