Latif fingið longt leikbann

Betri deildin menn: Tað var dýrt fyri Ahmed Latif at blíva feldur í brotsteiginum

21 ára gamli Ahmed Latif hevur fingið leikbann í tveir dystir, eftir at hann bleiv útvístur í dystinum fyri KÍ móti EB/Streymi sunnudagin. Ein dyst fyri útvísingina og ein fyri at fegnast saman við spælarunum, tá sigurin kom í hús í yvirtíðini.

 

Ganesiski vinstri bakkurin fekk sítt seinna gula kort, tá hann bleiv feldur  í brotsteiginum hjá EB/Streymi. Tað er ongin ivi um, at tað er kontakt millum Ahmed Latif og spælaran hjá EB/Streymi, og helst er talan um brotsspark.

 

Tó fekk Ahmed Latif heldur sítt seinna gula kort og bleiv útvístur. Norðlýsið skrivar, at Ahmed Latif hevur fingið longt leikbannið, tí hann móti dystarenda fegnaðist saman við spælarunum á dystarøkinum. Tað hevur ein spælari ikki lov til, tá hann er útvístur.

 

So í stuttum kann sigast, at tað var ein dýr takling, sum Ahmed Latif fekk.

 

Norðlýsið skrivar eisini, at Jákup N. Vilhelmsen eisini hevur fingið ein eyka dyst í leikbanni. Hann bleiv útvístur móti dystarenda.