Latið upp fyri Danmark og Íslandi beinavegin

Tað sigur Ferðavinnufelagið, ið áheitan á landsins myndugleikar um at taka sóttarhaldið burtur, ongantíð ov skjótt

– Tað eru ongin landamørk millum Føroyar, Grønland og Danmark, tí mugu vit sleppa at ferðast frítt landanna millum. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum hava tamarhald á smittuni, so nú er bara eftir at taka sóttarhaldið burtur, ongantíð ov skjótt. Tað sama er galdandi fyri Ísland. Íslendingar hava víst okkum álit, og tað minsta er, at vit vísa teimum sama álit, lata upp fyri teimum og lova teimum at ferðast frítt í okkara landi.

Soleiðis sigur forkvinnan í Ferðavinnufelagnum í áheitan á landsins myndugleikar, sum Vinnuhúsið hevur sent í morgun:

Higartil hava avleiðingarnar verið ómetaliga stórar fyri ferðavinnuna, og um endurgjaldið ikki verður munagott, so fær hetta katastrofalar avleiðingar fyri vinnuna. Um støðan var, sum hon átti, vóru flutningsførini, hotellini, matstovurnar og upplivingarvinnan í fullari drift við einum belegningi á 80-90%, men nú er alt so at siga tómt, og alt tilfeingið er burtur.

Fyri ferðavinnuna hevur tað stóran týdning, at hjálpartiltøkini til ferðavinnuna eru galdandi til 31. mars 2021, tí eftir eina hágárstíð við nærum ongum inntøkum, stendur ein lágárstíð fyri framman við sera fáum inntøkum. Í ferðavinnuni rindar summarið veturin, og fleiri fyritøkur eru nú í vanda fyri ikki at verða til staðar næsta ár, um hjálpin til ferðavinnuna ikki verður munagóð.

– Vit síggja longu hópuppsagnir, og vit kunnu vænta eitt metstórt ungdóms arbeiðsloysi. Eitt arbeiðsloysi, sum einki land ynskir sær. Tað er tí alneyðugt, at endurgjaldið til vinnuna stendur mát við tann missin, ið vinnan hevur, soleiðis at bæði fyritøkurnar og arbeiðsplássini í størst møguligan mun verða varðveitt, sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.