Eisini hevur felagið varnast, at tá limir felagsins eru settir við niðursettum brøki, við tí fyri eyga at fáa tímalønt arbeiðið aftrat, er fleiri ferðir komið fyri, at ófaklærd vera biðin um at taka vaktir, sjálvt um heilsurøktarar og onnur útlærd røktarstarvsfólk innan øki ynskja at taka vaktirnar.
Omanfyri nevndu viðurskifti metir Almanna- og Heilsurøktarafelagið vera í stríð við setanarpolitikkin sum er partur av starvsfólkapolitikkinum hjá landsstýrinum. Endamálið við setanarpolitikkinum er at tryggja, at almennur stovnur setir umsøkjarar, ið, úr einum heildarsjónarmiðið, er best egnaður til starvið.
Í Føroyum eru tríggjar dygdargóðar útbúgvingar innan røkt og innan tað at vera um veik og sjúk menniskju, nevniliga heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Rákið í samfelagnum í dag er útbúgving, vitan og menning.
Hetta rák samanhildið við starvsfólkapolitikkin hjá landinum og teimum dygdargóðu útbúgvingunum, sum eru á økinum í Føroyum í dag, ger, at Almanna- og Heilsurøktarafelagið ikki kann góðtaka, at ófaklærd verða sett í føst størv á sambýlum og røktarheimum, soleiðis at limir felagsins við eini viðkomandi útbúgving fyri starvið ikki sleppa framat og í staðin verða noydd til at fáa sær starv á økjum, sum einki hevur við útbúgving teirra at gera ella ikki sleppa upp í brøki, tí ófaklærd starvsfólk eru sett í viðkomandi brøki.
Felagið ásannar tó, at fleiri ófaklærd og dugnalig fólk sum nú er, eru í starvi og gera sítt arbeiði til lítar. Flestu av hesum fólkum hava sera góðan hug og hegni at vera um eldri og óhjálpin fólk, og felagið ásannar, at tað sanniliga hevur verið brúk fyri teirra arbeiðsmegi. Felagið metir tó, at tíðin nú er komin hjá samfelagnum sum heild at prioritera útbúgving og tænastu hægri enn higartil, soleiðis at førleikin og fakligheitin sum vit hava her á landið, verður nýtt til fulnar, og at tænastan, sum samfelagið veitir borgarunum verður á einum høgum støðið.
Hetta verður eftir felagsins tykki gjørt við at seta útbúgvið fólk í starv í mest møguligan mun.
At fáa ófaklærd úr teimum størvum, tey í løtuni sita í, er ikki eitt endamál í sær sjálvum fyri felagið. At ófaklærd sita í starvi á sambýlum og røktarheimum í eitt avmarkað tíðarskeið, kann eftir felagsins tykki birta uppundir, at hesi starvsfólk fáa hug og áræði til at nema sær útbúgving sum heilsuhjálpari, heilsurøktari ella sjúkrarøktarfrøðingur.
Felagið fer tí at mæla til, at stovnsleiðslur framyvir í fyrsta umfari seta faklærd fólk í leys størv og um faklærd fólk ikki eru, sum søkja, at ófaklærd einans verða sett í avmarkaða tíð, t.d. hálvt ár í senn.
Dygdin av arbeiðinum, sum verður framt á sambýlum og røktarheimum, er av avgerandi týdningi eftir felagsins tykki. Tey gomlu, sum fara á stovn í dag, eru ofta sera illa fyri og skulu hava dugnalig fakfólk at vera um seg.
Hetta metir felagið best verður tryggjað við at starvsfólk sum hava verið undir útbúgving, sum leggur áherðslu á, hvønn tørv eldri og óhjálpin fólk hava, verða sett at røkta og vera um hesi eldru fólkini.
Slíka útbúgving hava einans heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar, umframt fólk við teimum gomlu útbúgvingunum sjúkrahjálparar, pleygarar og røktarheimsassistentar.
Jóhanna Køtlum, forkvinna, Vegna Almanna- og Heilsurøktarafelagið










