Latið tannáringarnar sova

Mong foreldur halda børn síni vera dovin, tí tey orka ikki upp um morgunin, men hetta er faktiskt ein heilt normal fasa, tey fara ígjøgnum, sigur professari á San Diego School of Medicine, við sjónvarpskanalina ABCNews

Flestu børn treingja til millum 10 og 12 tímar av svøvni um døgnið, meðan vaksin vanliga klára seg við minni svøvn. Skiftið frá barni til vaksin er tí ikki so lætt hjá øllum at takla.

Biologiska rytman í kroppinum er við til at regulera hvussu nógvan svøvn vit treingja til, og nær vit verða troytt um kvøldið. Men hendan klokkan er ikki konstant alt lívið.
Vit kenna øll til tannáringar, sum spæla telduspøl alla náttina og sova um dagin ístaðin. Orsøkin til tað nýtist ikki at vera dovinskapur.

Tað er soleiðis, at svøvnrytman hjá tannáringum broytist, meðan flestu børn vanliga verða troytt um nýggju- tíggjutíðina um kvøldið, verða nógvir tannáringar ikki troyttir fyrr enn um eitt- ella tveytíðina um náttina. Men hesi hava framvegis tørv á sínum svøvni upp á tíggju tímar, sigur Sonia Ancoli-Israel, professari á San Diego School of Medicine, við sjónvarpskanalina ABCNews. Hon sigur víðari, at mong foreldur halda børn síni vera dovin, tí tey orka ikki upp um morgunin, men hetta er faktiskt ein heilt normal fasa tey fara ígjøgnum. Vit kalla hetta "seinkað svøvnrytma", tí rytman verður seinkað í mun til tað, vit eru von við.

Professarin viðgongur, at hon kennir ikki til nógvar tannáringar sum fáa sovið tað, tey hava tørv á hvønn dag, við tí úrsliti at tey ikki fungera optimalt og vilja sova allan dagin. Hetta er ein trupulleiki hjá nógvum tannáringum, tí tey eru ikki væl fyri teir fyrstu skúlatímarnar.

Trupulleikin er so mikið stórur, at av somu orsøk arbeiðir ein alheims rørsla við at fáa ungdómsskúlar og hægri skúlar at byrja seinni um dagin.

Kelda: mozon.no