Latið Taks í Eysturoynni fáa frið!

Las í bløðunum fríggjadagin 30. oktober, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, kannar møguleikan fyri at leggja Taks í Eysturoynni og Taks í Norðoyggjum saman.

Fíggjarálaráðharrin sigur nógvar sakligar orsøkir vera til at gera tað og, at nógv er, sum talar fyri at Taks skal vera í Klaksvík. Við øðrum orðum, so er ætlanin at niðurleggja deildina í Saltangará og harvið 20 almenn arbeiðspláss í økinum.
Seinastu árini, og eisini seinastu tíðina, hevur verið tosað um at flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðnum til øki í Føroyum, sum ikki hava so nógvar av slagnum. Hesi ætlan hava nógv tikið undir við.
Fyri eitthvørt lokalsamfelag hevur tað stóran týdning, at fleiri ymisk virkisøki eru, tí tað gevur størri fjølbroytni og eisini størri dynamikk í lokalsamfelagnum. Í Runavíkar kommunu og í hinum kommununum við fjørðin er fiskivinna, ídnaður og handil høvuðsvirkisøkini, meðan teir almennu stovnarnir við teim almennu arbeiðsplássunum eru fáir í tali. Hetta vita øll, men hóast tað, so
fyrireikar landstýrismaðurin at flyta ein almennan stovn úr hesum øki – hesin stovnur, sum byrjaði sítt virksemi í sekstiárunum. Hetta kann ikki bera til, og eg vil mótmæla hesi ætlan.
Hevði annars hugsað mær at vita, um samgongan stendur aftanfyri og stuðlar hesi ætlan.