Latið okkum hyggja frameftir

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, hevur ikki stórvegis hug at nýta meira tíð til at viðgera skerjingarnar í miðfyrisitingini. ?Avgerðin er tikin, og nú eiga vit at hyggja frameftir, sigur hann

Landsstýrið hevur skert uttan mið og mál. Hetta var ein av niðurstøðunum hjá ráðgevanum í Innlendismálaráðnum, Bergi Berg, um hópuppsagnirnar í miðfyrisitingini. Hann fýltist á, at avgerðin hjá landsstýrinum er tikin uttan, at landsstýrið hevur gjørt sær greitt, hvør vinningurin og missurin er við sparingunum í miðfyrisitingini.
Vit hava spurt løgmann, Jóannes Eidesgaard, um skerjingarnar í miðfyrisitingini eru gjørdar uttan, at landsstýrið nágreiniliga hevur kannað, hvørjar avleiðingar vórðu.

Tolir tað
Løgmaður vísir enn einaferð á, at landsstýrið hevur tikið avleiðingarnar av verandi búskaparstøðu, og tí vórðu skerjingarnar framdar í miðfyrisitingini. Hann metir, at føroyska miðfyrisitingin er sterk og tolir at verða skerd.
?Avgerðin er tikin, og nú eiga vit at hyggja frameftir. Eg haldi ikki tænir nøkrum at viðgera málið víðari. Vit vóru noyddir at fyrihalda okkum til búskaparliga veruleikan, og tí varð avgerðin tikin. Landsstýrið hevur mett, at fyrisitingin er sterk, og at hon, hóast hon er lítil sammett við onnur samfeløg, er nóg stór til føroysk viðurskifti, sigur hann

Átti landsstýrið ikki at kanna avleiðingarnar, áðrenn avgerðin varð tikin?
?Jú tað er eitt sjónarmið, so væl sum okkurt annað. Skuldu vit analysera hvørja funktión hjá teimum 160 størvunum í miðfyrisitingini var bróðurparturin av 2005 farið afturum, áðrenn nøkur avgerð varð tikin. Eg kann ikki siga annað enn, at avgerðin er tikin og eg eri vísur í , at vit fáa fyrisitingina at rigga líka væl sum áður, sigur løgmaður.

Spurdur, um tað ikki hevði verið hóskandi við eini kanning av miðfyrisitingini, áðrenn avgerðin um skerjingarnar varð tikin, svarar løgmaður, at politiska metingin hevur verið, at fyrisitingin er nóg sterk, og hon tolir skerjingina
?Tað hevur ongantíð verið settur spurningur við ella ein kanning gjørd um tað var rætt at økja miðfyrisitingina í síni tíð, og tí síggi eg ikki, at tað er neyðugt við teimum stóru kanningunum, nú vit skerja hana, sigur Jóannes Eidesgaard.

Endurmeting í gongd
Síðan bygnaðarbroytingar í fyrisitingini hjá Finn Norman Christensen vórðu settar í verk í juni mánaði í 1996 hava røddir javnan verið frammi um, at tað er neyðugt at endurskoða bygnaðin.
Jóannes Eidesgaard greiðir frá, at landsstýrið er farið í holt við eina endurmeting av fyrisitingini.
?Arbeiðið byrjaði alt fyri eitt, tá vit tóku við. Ein allýsing er gjørd av miðfyrisitingini, og vit eru í fer við at endurskoða ráðini og nevndirnar, sum eisini hoyra undir fyrisitingini. Endamálið er sjálvsagt at fáa eina so vælvirkandi fyrisiting sum gjørligt, sigur løgmaður.