Í Sosialinum hósdagin 15. og leygardagin 17. aug. er samrøða við Heðin Mortensen býráðslim í Havnini og Høgna Hoydal landsstýrismann í kommunumálum. Talan er um væntandi barnaansing í høvuðsstaðnum.
Tann ið hevur fylgt gongdini seinastu 20-30 árini veit, at Tórshavnar Kommuna á flestu økjum hevur verið fíggjað óbeinleiðis úr landskassanum. Alt hetta hevur hent, meðan bæði landspolitikarar og flestu kommunupolitikarar hava hugt at og tikið til eftirtektar.
Hetta hevur elvt til, at meðalinntøkan liggur umleið 25% hægri har, enn í teimum størru kommununum úti um landið og nøgdsemið av hesum óbeinleiðis landskassastuðuli hevur bert verið versnandi.
Tað er so stutt síðani bæði Jógvan Arge og Annita á Fríðriksmørk hildu »órættvísina« upp ímóti ljósinum, »at Landssjúkrahúsið ? harvið landskassin ? ikki kundi bera sín part av barnaansingini í Tórshavnar kommunu«. ? Eg mótmælti hesum sum løgtingsmaður.
Eg fegnist tí um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, nú hevur sett seg ímóti hesum skilaleysa tosi, nú Heðin Mortensen reisir málið av nýggjum, men sjálvandi frá øðrum sjónarhorni.
Búskaparráðið og effektiviteturin
Lesa vit ígjøgnum frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, verður tosa um »ineffektivitet í privata vinnulívinum, tí føroyska framleiðslan fyri hvønn íbúgva ikki er á hædd við londini uttan um okkum«.
Búskaparráðið tosar so gott sum ikki um »ineffektivitet í almenna sektorinum«, men ger meiri burtur úr eini »miðsavnan av stovnum« og niðurger menningarátøk úti um landið, sum verða kallað »politisk« heldur enn handilslig. Sum sagt verður »Á henda hátt velja politikararnir millum økistrivnað og effktivitet, sum so aftur hevur ávirkan á effktivitetin á almennu arbeiðsplássunum.«
? Ja so grunt fer búskaparráðið fara til verks.
Búskaparráðið viðger ikki hvat hvør einstakur innan framleiðsluvirkini framleiða, men heldur hvat framleiðslan er fyri hvønn einasta føroying.
Hevði ikki verið rætt at spurt, hví vit framleiða ov lítið, er tað tí, at tey ið framleiða eru ov ineffektiv, ella kanska ov fá sammett við almenna sektorin. Her er miðastaðarøki væl umboðað. Er nøkur verulig kanning gjørd á hesum øki?
Eru íløgurnar úti um landið allar skeivar
Ein kann altíð vera samdur við Heðini um, at íløgukarmurin var í stórum »eitt diktat« fra landsstýrinum, men spurningurin er um geografiska vektingin av loyvdum kommunalum íløgum ikki er dundrandi skeiv, av tí at ein triðingur verður lagdur niður í høvuðsstaðnum, har sum so gott sum alt landsalment arbeiði er frammanundan, og síðani í øllum tænastufyritøkunum, sum vaksa upp uttan um landsalmenna arbeiðið. ? Hetta økir kostnaðarstøðið helst við millum 10 og 25 prosentum.
Eg trúgvi ikki at íløgukarmurin er ov lítil fyri Tórshavnar Kommunu, og síggja vit tær lands-almennu íløgurnar Heðin Mortensen leggur eftir, eru allar íløgurnar úti um landið skeivar. Hann nevnir tunnlar, vegir, ferjur flogvallir, (her rokni eg við hann hugsar um parkeringsøkið við Flogvøllin).
Lat meg siga Heðini og øllum teimum lokalu landspolitikarunum, sum gera seg inn á henda partin av íløgum, at hetta eru íløgur, sum ikki hava serligar rakstrarligar avleiðingar, men menna alt samfelagið, bæði vinnu, mentan og ungdómsarbeiði, meðan føroyska samfelagið í framtíðini verður kvørkra av íløgum við ov dýrum almennum rakstri, sum aftur tekur burtur av framleiðsluni, sum verður sambært Búskaparráðið roknað fyri hvønn føroying sær.
Meiri pening
út um landið
Latið okkum fáa økismenningina, sum nú er byrjað, framda, við at leggja fleiri almennar stovnar úti um landið. Hetta verður betri bæði fyri børn vaksin og aldrandi, og sum Heðin sjálvur sigur, hevði Havnin havt nátúrligan vøkstur, var barnaansingin greidd. ? Hetta gevur landinum eina breidd.
Omaná, høvdu størru kommunurnar og økini úti um landið havt størri inntøkur, og økini tí betri før fyri at lívbjarga sær við størri árligum inntøkum fyri hvønn borgara sær.
Eisini fari eg at heita á borgarstjórarnar í KSF, um at standa saman um hesa menning og skorða dyggari undir.
Latið okkum soleiðis fremja eina fyri alt landið gevandi økismenning.
Teldupostur: keldu@post.olivant.fo
Heimasíða:
www.get.to/keldu