Latið ikki fjarskiftisvinnuna doyggja

Birgir Waag Høgnesen, sum fylgir væl við á fjarskiftisøkinum, mælir landsstýrismanninum, Bjarna Djurholm, til at taka eina skjóta avgerð í spurninginum um Føroya Tele. - Hetta má ikki verða sum við alivinnuni sum doyði, meðan vit bíðaðu, sigur hann

Fjarskifti

Nú frágreiðingin um fjarskiftismarknaðin og einskiljing av Føroya Tele er latin Bjarna Djurholm, hava vit biðið Birgir Waag Høgnesen á internetfyritøkuni, TeleTech í Havn, um eina viðmerking. Birgir, sum hevur fylgt gjølla við gongdini á fjarskiftismarknaðinum, heldur, at frágreiðingin - ella rættari frágreiðingarnar - sum landstýrismaðurin í fjarskiftismálum, Bjarni Djurholm, hevur fingið frá nevndini, hann setti fyri langari tíð síðani, eru ein gáva til politikararnar.
- Herfyri hoyrdu vit í ÚF, Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Johannesen, úttala seg í hvør sín rætning um, hvussu almenna telefelagið eigur at verða einskilt. Eg ivist tó í, um hesir báðir hava sett so væl inní, hvat málið snýr seg um, tí frágreiðingin er ikki komin út alment fyrrenn eftir, at teir úttalaðu seg. Tó kunnu teir hava fingið frágreiðingina fyri ta tíð.
Birgir sigur, at hann hevur hevur nærlisið
frágreiðingina og er framvegis av teirri fatan, at linjur, og mastrar og annað, sum verður brúkt til telesamskiftið í Føroyum, eigur at verða lagt í eitt nýtt felag.
Hann vísir á, at í løtuni er tað soleiðis, at tey "smáu" telefeløgini, sum fáa eitt viðskiftafólk eitt nú í Suðuroy ella í Vágum, noyðast at biðja Føroya Tele um loyvi at leiga eina linju út til nýggja kundan.
- Men tað, sum hvørki suðuroyingar ella vágafólk vita, er, at tað almenna telefelagið setir leigukostnaðin á linjuni til smáu telefeløgini so høgt, at tey ikki kunnu geva eitt nøktandi tilboð til viðskiftafólk, og tí eru útjaðaraøkini fyri vanbýti í dag.
Og úrslitið er hareftir, heldur Birgir.
- Føroya Tele kann tískil - sum einasta felag á marknaðinum - geva hesum sama kundanum, sum vit frásøgdu okkum, tilboð uppá ókeypis stovning, tí teir skulu jú ikki rinda fyri leigu av linju, sum teir annars settu sera høgt til lítla telefelagið, sigur Birgir.

Hann leggur aftrat, at hetta haft, sum
smáu telefeløgini eru í, kann samanberast við, at P/F Kósin í Klaksvík, sum eins og P/F Føroya Fiskavirking eisini er almenn ogn, áttu rættindi til allan fiskin á føroysku grunnunum!
- Hvat hevði stjórin á flakavirkinum í Skopun sagt, um hann skuldi leigað rættindini á grunninum frá Kósini ella Fiskavirking, spyr Birgir.
Hann vísir á, at um Kósin ella Fiskavirking gjørdu sum almenna telefelagið - ja, so settu teir leigukostnaðin á fiskigrunninum so høgt, at tað ikki var gjørligt hjá stjóranum í Skopun at fáa nøkur rættindi, og tí kundu Kósin og Fiskavirking framhaldandi bara sent skip á grunnarnar eftir fiski til sín sjálvs. Teir høvdu jú ikki havt fyri neyðini at spyrja nakran eftir.
- Er hetta ikki ójøvn kapping, spyr Birgir.
Hann heldur, at um politikararnir meina nakað við, at vinnan skal byggja á vanligar kappingartreytir í Føroyum, so er fjarskiftisvinnan ikki bygd á hesar, tí linjur og mastrar eru hentir snávingarsteinar hjá Føroya Tele at leggja í vegin hjá smærri telefeløgum.
- Tað hevur verið ein tungur burður hjá smærri telefeløgunum at koma á fjarskiftismarknaðin, men bjarkskygni var at hóma, tá ið undanmaðurin hjá Bjarna Djurholm í
fjarskiftismálum, Finnbogi Arge, tann 26 mai 1999 gav fyrsta loyvi til felagið, Spf. MET. Í samband við, at loyvið varð givið til Spf. MET, segði táverandi landsstýrismaðurin, at hetta var fyrsta stigið á leiðini at liberalisera alt fjarskiftisøkið. Men hvat bleiv av hesi liberalisering, spyr Birgir.
Hann undrast eisini á, at Bjarni Djurholm hevur lurtað eftir undanførslunum, sum Føroya Tele er komið við, nevniliga at felagið er eitt sera sterkt felag og fyri alt í verðini ikki má einskiljast í tvey feløg ? eitt, sum skal umsita linjur, mastrar og FarIs kaðalin og eitt vanligt telefelag, sum skal veita endabrúkarum fastnettelefon, fartelefon og Internet.
- Sær landsstýrismaðurin ikki, at júst hetta argumentið er nakað ítøkiligt, so veit eg einki. Um Føroya Tele við sínum núverandi tali av viðskiftafólki fór í eitt nýtt telefelag, høvdu teir hóast hetta staðið seg ógvuliga væl í kappingini, heldur Birgir.
Hann heldur, at tað er hetta, sum Føroya Tele hevur roknað við í seinastuni, tí teir hava ? sum hann tekur til ? dustsogið marknaðin við ókeypis stovning kring landi og hava økt sín part við nógvum viðskiftafólkum, samstundis sum tey smærru feløgini hava mist marknaðarpart og bíða eftir, hvat landstýrismaðurin ætlar at gera.
- Smærru veitararnir ynskja, at linjur og mastrar og FarIs kaðalin verða løgd í eitt nýtt sjálvstøðugt partafelag, sum skal eiga og reka hesar tænastur. Tástani er fyrsta treytin fyri javnbjóðis kapping til staðar - til frama fyri brúkararnar, sigur Birgir.
Hann leggur aftrat, at um hetta verður gjørt, kunnu øll telefeløgini banka á dyrnar hjá nýggja felagnum við javnbjóðis rættindum og skyldum og fáa og sama prís uppá sama net.
- Men soleiðis er ikki í dag, tí Føroya Tele hevur høgan prís til smærri telefeløgini, og haraftrat er avgreiðslutíðin alt frá 3 til 8 mánaðir, og hvør kann tá kappast, spyr hann.
Eitt av argumentunum hjá Føroya Tele, sigur Birgir vera, at starvsfólkini hjá teimum eru serfrøðingar, tá ið ræður um linjur, mastrar og FarIs.
Hann heldur, at Føroya Tele kundi latið hesi starvsfólk, sum hava við hesi viðurskifti at gera, flutt við í nýggja felagið, sum skal umsita kervið.
- Eitt slíkt felag, sum her er talan um, skal virka á vinnuligum grundarlagi, og tí kemur tað at hava áhuga í at bjóða tænastur út til so nógv sum gjørligt.
Hann mælir tí landsstýrismanninum til at taka eina skjóta avgerð í hesum máli ? og áðrenn tíðin rennur undan marknaðinum, sum hann tekur til.
- Hetta má ikki verða sum við alivinnuni sum doyði, meðan vit bíðaðu, sigur Birgir Waag Høgnesen at enda í samrøðuni.