Jørgen Meitilberg
------
Fyrr í summar boðaði BankNordik í hálvársroknskapinum frá, at útlánini fyri 2011 vóru minkað úr 8,8 mia. kr. niður í 8,4 mia. kr. grundað á minkandi lánihug hjá hjá privat- og vinnukundum. Fyri at javnviga hetta, hækkar bankin útlánsrentuna við 0,5 stigum. Undir vanligum marknaðartreytum hevði úrslitið verið, at útlánini hjá Bank Nordik bara minkaðu enn meira, tí lánihugurin minkar við hægri útlánsrentu, ella at fólk læntu pening aðrastaðni, men ak, hetta ber til hjá føroysku bankunum, tí eingin kapping er á fíggjarmarknaðinum. Kjarnin í kapitalismuni manglar í Føroyum.
Bankastjórin í EIK lá ikki sjóvarfallið av sær og hækkaði útlánsrentuna samsvarandi.
BankNordik hevur nú aftur boðað frá, at útlánsrentan hækkar november, hækkanin er sambært bankanum grundað á hækkandi kostnaðir á fíggjarmarknaðunum og øktar útreiðslur í sambandi við herd krøv og reglur frá myndugleikunum. Eisini hesa ferð var EIK banki skjótur og hækkar útlánsrentuna samsvarandi.
Okkurt má gerast við vantandi kappingina millum BankNordik og EIK, tí alsamt fleiri ungar familjur eru sera illa fyri fíggjarliga, og tað sama er galdandi fyri vinnulívið. Hetta førir við sær stagnatión og fráflyting.
Tað er sera harmiligt at fjølmiðlarnir ikki viðgera hetta nógv meira kritiskt. Vinkulin kundi t. d. verið at samanborið rentustøðið í Føroyum við rentustøðið í grannalondunum, ella at fingið eina óhefta útlendska viðgerð av føroyska rentustøðinum.
Tað er ikki langt síðani at man hoyri í útvarpinum at onkur í vinnulívinum royndi at gera avtalur við aðrar útlendskar bankar, tí útlánsrenturnar í FO eru so himmalhøgar. Eitt dømi kundi verið, at ein keypmaður ætlar at opna ein matvøruhandil í Havn. Keypmaðurin tekur eitt lán í BankNordik uppá 10 mió. kr. við eini rentu á 10%. Lánið er eitt seriulán yvir 20 ár, árligu útreiðslurnar eru 1.068.000 kr., av hesum eru 500.000 kr. avdrag, rentukostnaðurin er sostatt 568.000 kr. árliga. Tær 568 t.kr. verða sendar víðari til brúkaran gjøgnum hægri prísir á vørunum. Um rentan var 3%, sum hon er í grannalondunum, so rindar keypmaðurin 415.000 kr. minni í rentuútreiðslum um árið, tvs. at vørurnar kunnu gerast tað bíligari. Hetta er galdandi fyri alt vinnulívið, soleiðis rinda vit brúkarar óbeinleiðis ovurhonds nógv gjøgnum eitt alt ov høgt kostnaðarstøði til bankarnar, umframt at vit beinleiðis rinda eina okursrentu fyri okkara sethús.
Tað er eingin ivi um, at rentustøðið køvir alla samfelagsmenning í landinum. Vónandi ber til at seta neyðugan pening av á fíggjarlógini, soleiðis at Húsalánsgrunnurin veruliga kann gerast ein kappingarneyti, tá um sethúsafígging ræður. Tað er eisini vert at umhugsa, um tað ber til at fáa BankNordik aftur á almennar hendur, so at endamál bankans er at reka bankavirksemi, men harumframt at taka neyðug samfelagslig atlit. Endamálið hjá bankanum í dag er at tryggja fíggjarligt avkast til íleggjararnar. Um hetta verður broytt til neyðug samfelagslig atlit, so fer framtíðarvøkstur at tryggja bankanum størri avkast enn hvat hækkandi útlánsrenta klárar.
Vónandi fara fjølmiðlar ella gløggir politikarar at taka hetta álvarsmál upp.