Latið hjørtuni upp á jólum

Eyðgerð Mørkøre Kruse, lesandi
---
Fáir dagar eru til jólar og mong, serliga børnini, gleðast um at fáa pakkar. Jólahald hava verið í mongum plássum, og hjá summum eru jólagáv­urnar komnar til høldar, meðan onnur eiga á, at keypa jólagávur.

Hendan tíðin er merkt av eini árstíð, sum ikki gevur serliga nógv ljós frá sær, og tískil er tað kærkomið við jólaperum. Ljósið gevur vón og fyri nógv kennist tað hugaligt at vita, at stytsti dagur er fyri framman. Vit vita, at so er vón fyri ljósari tíðum.
Jólini eru gleðilig, ein bjart tíð. Hugnalig fyri summi og hugtung fyri onnur.

Vit eru komin at kenna felagsskapin í Menniskjum góður tokki, og tað hevði neyvan komið nøkrum til hugs fyri fáum árum síðan, at tað eru so nógvar familjur, sum ikki hava orku til at gleðast um jólini. Tey stúra eyka nógv fyri jólunum.

Heldur enn at gerast gleðilig, verða jólini ein marra fyri summi. Tey vita ikki síni livandi ráð, og í nógvum førum vilja tey bara hava, at hendan gleðistund skjótt fer framvið.

Heima hjá okkum hava vit ofta tosað um jólini, og eg havi hildið tað verið so sera týdningarmikið, at børnini komu at skilja, at á jólum hátíðarhalda vit, at Jesus varð føddur. Gávurnar eru bara eitt eyka bonus, sum ger tað hugnaligari. Tað er altíð stuttligt at fáa gávur og vita, at onkur hevur hugsað um teg. Tað er altíð stuttligt at fáa jólakort og síggja, hvussu nógv fólk, sum tú ikki sært til dagligt broytast.

Nú ein dagin tosaðu vit aftur um jólini. Týdningin av at geva sær stundir og steðga á eina løtu fyri at merkja eftir og møguliga gera okkurt eitt sindur øðrvísi. Seta sær spurningin, um hvat jólini hava at týða.

Hvat er hetta fyri ein tíð? Hví halda vit jól? Viðhvørt seti eg eisini spurnartekin við, um tað ikki bara hevði verið best, at jólini bara fóru framvið, og man slapp undan at halda tey.

Men jólini eru har hvørt ár, og spurningurin er, hvat man velir at leggja í tey. Hvørji virði ynski eg, at vit í okkara familju sita eftir við á jólum?
Jólini fyri okkum skulu vera ein gleðilig tíð og ein friðarlig tíð. Ein tíð, har vit sita eftir við eini góðari kenslu.

Men soleiðis er tað ikki fyri øll. Fyri partar av fólkinum eru jólini ein tíð við stúran og fyri onnur eru jólini alt annað enn friðarlig. Fyri tey er stúranin langt síðan byrjað. Verður friður á jólum? Hvussu koma vit gjøgnum jólini hesuferð? Allir hesir tankar órógva og tískil gerast jólini ótrygg og ófriðarlig.

Latið okkum lata hjørtuni upp fyri teimum, sum ikki hava tað gott á jólum. Ikki bara hugsa um tey, sum ikki hava tað gott men geva eina hjálpandi hond.

Gleðilig jól øll somul. Eg ynski fyri okkum øll somul, at jólini verða góð og gleðilig. Túsund takk til eldsálirnar aftan fyri tiltakið í Menniskjum góður tokki. Takk fyri at tit hava latið eyguni hjá okkum upp og takk fyri at tit gera nakað munandi fyri at hjálpa øðrum.