Latið hjørtuni upp fyri Satan

Tað er okkurt undarligt við at standa í náttarmyrkrinum eitt vakurt summarkvøld, á einum spæliplássi í Syðrugøtu og uppliva ein langskeggjanum svia rópa: ?eru tit til reiðar at lata hjørtu tykkara upp fyri Satan?.

 

Langskeggjaði sviin var Peter Dolving, oddamaður í tunga treskimálmsbólkinum The Haunted, ið spældi á Spæliplássinum í kvøld. Hetta er ein sera tungur bólkur, og larmandi málmurin var bæði harðligur og væl spældur. Men løturnar millum løgini vóru sera pínligar. Við umvendum fortekni ljóðaði Dolving nærum sum ein av hesum rokkprætikantunum, sum tú vanliga upplivir á Fjarðafestivalinum. Við einarøðum um Satan og um hvat foreldrini gera, tá vit fara í song, tosaði hann niður til áskoðarnar. Hetta var pínligt og hjálparsleyst.

 

So var munandi betur, tá bólkurin spældi. Bæði Dolving og hinir limirnir leveraðu eina harða og kontanta rokkuppliving, við fínum løgum, spæld við rætta blandinum av gittarsoloum og hart pumpandi botni og meistarligum sangi og rópi.

 

Eg kenni ikki ?The Haunted? og eri ikki nakar kennari av hesum tónleikaslagnum, men sum eg stóð har og rysti tað hárið, ið eg ikki havi á høvdinum, mátti eg staðfesta, at hetta var ordiliga feitur tónleikur.