Tað er vent upp og niður í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Meðan Sølmundur var tryggur vinnari í fyrstu kappingunum, so er tað nú Hvessingur, sum er besti bátur.
Í góðveðrinum í Sørvági var eingin ivi, tá ið bátarnir komu fram ímóti málinum. Hvessingur var væl meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sølmund.
Óvæntað var Gongurólvur leingi við at seta dám á kappingina, men í endaspurtinum var Sølmundur drúgvari í kappingini um næstfremsta plássið. Men Sølmundur megnaði als einki at gera við Hvessing.
Úrslitini fyrr í summar bera við sær, at Sølmundur framvegis er besta boðið upp á at vinna FM. Men úrslitini í Vestmanna og serliga í Sørvági benda á, at tað er møguleiki fyri, at FM heitið fer at enda í Hvalvík/Streymnesi og ikki á Skálafjørðinum, sum tað annars hevur verið lagt upp til størsta partin av kappingarárinum.
Tað eru meiri enn tvær vikur til Ólavsøku, og tað er harvið møguleiki fyri, at gongdin tá fer at verða øðrvísi, enn hon hevur verið seinastu vikurnar.
Í løtuni sær tað út til, at Hvessingur er stórfavorittur at vinna ólavsøkuróðurin. Og úrslitið í Sørvági kundi bent á, at tað kann gerast trupult hjá Sølmundi at vinna kappingina um næstfremsta plássið við Gongurólv, sum í kapping við Riddaran stríðist fyri at vinna bronsumerkini.
Tær á Sølmundi hava avgerðina í sínum hondum. Men um tær ikki taka av, og tað kiksar heilt, og tær enda á triðja plássi, og um Hvessingur vinnur, so verður Hvessingur meistari.
Sølmundur við kvinnumanning hevur ongantíð vunnið FM. Hvessingur hevur vunnið hesa kappingina tvær ferðir – í 1996 og 1998.
1 Hvessingur 05:08.17
2 Sølmundur 05:12.17
3 Gongurólvur 05:13.10
4 Riddarin 05:14.24
5 Jarnbardur 05:36.14
Støðan
1 Sølmundur 40
2 Hvessingur 38
3 Gongurólvur 27
4 Riddarin 27
5 Jarnbardur 15